Viðgera opinleikan í alivinnuni

Viðgera opinleikan í alivinnuni
Í dag fæst at vita, hvat løgtingsfólk halda um tað, at alivinnan skal almannakunngera lúsatøl, og hvønn heilivág, hon brúkar til at basa lúsini
 
14.03.2017 - 11:09

Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil hava Løgtingið at broyta lógina um djórasjúkur, so upplýsingar um laksalús, heilivág og aðrar hættir, sum verða brúktir í stríðnum móti laksalúsini, gerast almennar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Hvussu tað skal gerast og hvussu nógv skal verða alment verður ásett í kunngerð, sum Vinnumálaráðið ger. Sambært lógaruppskotinum kunnu avgerðir hjá Heilufrøðiligu starvsstovuni um tiltøk og hoyringarskriv um tiltøk eisini verða almannakunngjørd á heimasíðuni.

Her kann eisini vera talan um upplýsingar um skelja-aling og tara-aling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815