Vænta eini 40 hoyringarsvar um nýskipan

bannari
Vænta eini 40 hoyringarsvar um nýskipan
Fiskimálaráðið hevur higartil fingið 33 hoyringssvar um nýskipanaruppskotið, ið landsstýrið legði fram á tíðindafundi 6. mars, upplýsir Høgni Hoydal
 
29.03.2017 - 09:30

Nýskipanaruppskotið var sent til almenna hoyring í tríggjar vikur, og freistin at svara var formliga úti á midnátt mánakvøldið. Men sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eru nøkur hoyringarsvar afturat á veg, og tey verða eisini tikin við. 

Tí væntar landsstýrismaðurin at hava okkurt um 40 hoyringarsvar at arbeiða við, nú hann skal orða lógaruppskot at leggja fyri tingið. Sambært Høgna Hoydal er ein reyður tráður í hoyringarsvarunum, at stór mótstøða er móti fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýrinum.

Óvist hvussu viðmerkingar verða brúktar

- Mótstøða er ímóti kvotunum, ímóti uppboðssøluni, ímóti anti-trust reglunum, ímóti økiskvotunum og ímóti at loysa rættindi frá stálinum, segði Høgni Hoydal á almennum kjakfundi á Toftum í gjárkvøldið.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, ætlar sær at brúka hesa vikuna til at ganga ígjøgnum og viðgera innkomnu hoyringarsvarini. Hann veit ikki enn, í hvønn mun atfinningarnar í hoyringarsvarunum verða tiknar við í uppskotið, ið verður lagt fyri tingið.

- Har viðmerkingarnar stuðla undir yvirskipaða fiskivinnupolitikkin hjá landsstýrinum, fara vit sjálvandi at rætta lógaruppskotið eftir tí, sigur Høgni Hoydal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647