- Tíðindi, mentan og ítróttur
11 ára gomul genta doyði í Stokkhólmi

Ein 11 ára gomul genta doyði, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Stokkhólmi fríggjadagin.
Hinir trý, sum doyðu, eru ikki eyðmerkt enn.
Gentan var á veg heim úr skúla, tá lastbilurin koyrdi hana niður, váttar løgreglan fyri svenskum miðlum.
Løgreglan fer at kunngera nøvnini hjá teimum fýra, sum lótu lív, tá tey avvaraðandi eru kunnað.
Níggju fólk fingu álvarsamar løstir og eru innløgd á sjúkrahúsi.
Maðurin úr Usbekistan
Tað verður hildið, at maðurin, sum koyrdi lastbilin, var úr Usbekistan. Hann er 39 ár.
Svenska løgreglan hevði samband við hann í fjør, men tá var ikki mett, at hann var so víðgongdur, at hann kundi fremja yvirgang.
Seks onnur eru avhoyrd.



























