Køld summarbyrjan, kavi og frost á páskum

Køld summarbyrjan, kavi og frost á páskum
Hóast dagurin í dag eitur summarmáli, summarhálvárið byrjar í dag, verður kalt í Føroyum næstu dagarnar, tí hann verður høgur í ættini.
Sólin sær á páskum, millum kavaælini.
 
14.04.2017 - 12:02

Sambært donsku veðurstovuni, DMI, verður kalt, niður um frostmarkið um náttina á páskum og bara upp í 4 til 6 hitastig um dagin.

Vit kunnu vænta okkum ælaveður, vátakava, hegling ella kava.

Men sólin sær eisini millum ælini, treyðugt so.  

Taka vit páskadag, so boðar DMI frá norðri og útnyrðingi, upp í 10 m/sek. Mánanáttina upp í 13 m/sek, Sólglottar og okkurt ælið. Hitin fer upp í 4 stig páskadag. Um náttina niður um frostmarkið. 

Annan páskadag framvegis norðan, upp í 13 m/sek. Men so líðandi minkar vindurin niður í 2-7 m/sek.

Annan páskadag verður sum frá líður eftir nøkur kavaæl turt og sólglottar fáa vit eisini, sambært DMI. Hitin annan páskdag fer upp í 5 stig.Týsnáttina fer hann niður móti frostmarkinum.   

Og týsnáttina endar høgættin, tí tá verður sunnan og landssynningur og eitt sindur lýggjari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891