Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir fartelefonpolitikk

Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir fartelefonpolitikk
Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir, nær og hvussu fartelefonir verður brúktar í skúlunum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
 
25.04.2017 - 10:08

Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir, nær og hvussu fartelefonir verður brúktar í skúlunum. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi eftir at hava lisið í blaðnum Ó, at 66 prosent av næmingunum í Hoydølum søgdu, at fartelefonin órógvar skúlagongdina.

Landsstýriskvinnan sigur, at ein kunngerð er um gott skil og arbeiðsnáðir í skúlanum. 

Skúlarnir brúka kunngerðina til at gera reglur um skilhald. 

Miðnám á Kambsdali hevur ta reglu, at næmingarnir skulu bara brúka teldur, teldrar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði.

Glasir sigur, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Tey, sum bróta hesa reglu, verða burturvíst úr tímanum.

Rigmor Dam sigur, at hon er neyvan rætti fakligi myndugleikin at avgera, um ein kanning skal gerast fyri at fáa staðfest, um samband er millum heilsustøðuna hjá teimum ungu og fartelefonir.

Men tað hevði ivaleyst verið áhugavert at gera slíka kanning, sigur Rigmor Dam. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at sambært blaðnum Ó segði ein kanning í 2013, at 90 prosent av øllum lesandi í Føroyum søgdu seg brúka Facebook í skúlatíðini, 43 prosent vóru on-line alla tíðina. 

Ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum í 2015 segði, at 18 prosent av teimum ungu vóru í sálarligum vandabólki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604