Sí nýggja kinesiska flogberan

Sí nýggja kinesiska flogberan
Kinesarar hava bygt sín fyrsta flogbera. Sniðið er frá gamla Sovjetsamveldinum.
26.04.2017 - 15:02

Allarfyrsti flogberin, sum er bygdur í Kina, varð sjósettur í dag. Skipið, ið ikki er doypt enn, verður ætlandi klárt at taka í nýtslu tíðliga í 2020.

Flogberin, sum vigar 50.000 tons, er bygdur á eini skipasmiðju í býnum Dalian, har hin flogberin í kinesiska flotanum varð høvuðsumvældur.

Flogberin er – eins og hin flogberin – bygdur eftir russiska Kuznetov-sniðinum, sum millum annað er eyðkent við, at flogbreytin er sum bogin eins og breytin til skíðlop.

Hin flogberin er gamalt skip úr Sovjet

Hin flogberin í kinesiska flotanum, Liaoning, er keyptur úr gamla Sovjetsamveldinum.

Liaoning, sum varð liðugt bygdur í 1985, æt upprunaliga Riga.

Hann varð sjósettur í 1988, og varð seinni settur til sølu, eftir at Sovjetsamveldið fall.

Hann varð seldur kinesarununum í 1998 og skrokkurin togaður til skipasmiðjuna í Dalian, har hann varð høvuðsumvældur.

Liaoning varð sjósettur í 2012, og varð alment tikin í nýtslu í november 2016.

 

(KELDA: AP)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101