Kórkapping í Norðurlandahúsinum

Kórkapping í Norðurlandahúsinum
Á kórfestivalinum fara 13 kór í Føroyum at kappast um tríggjar virðislønir. Talan er um heldur øðrvísi konsert
 
29.04.2017 - 11:57

Tað er eina ferð um árið, at kórsangarar fáa høvið at hittast, og vísa í verki, hvat tey hava avrikað seinasta árið á almennaru konsertini.

Kári Bæk, formaður í Kórsambandi Føroya, sigur, at tað er innbygd ein kapping millum kórini á konsetini í dag. Kórini skulu finna upp á okkurt serligt til konsertina. Tí kann roknast við at summi hava serliga búna, summi gera serligar rørslur og summi hava serligan innmarsj. 

Virðisløn verður latin fyri bestu framførslu. Onnur virðisløn verður latin fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Og so er tað triðja virðislønin, har tú, sum áhoyrari skalt atkvøða fyri tí kórinum, sum tær dámar best. 

Felagskórið fer at frumframføra verkið Heystforsøgn, sum Unn Patursson hevur skrivað til høvið, og Lív Maria Róadóttir Jæger eigur orðini. 

Kórini, sum syngja og kappast í dag eru Tórshavnar Manskór, Tarira, Fuglafjarðar Sangkór, Gøtu Kirkjukór, Eystanljóð, Havnarkórið, Morgunkórið, Xperiment, Kamarkórið, Glymur, Vestmanna Sangkór, Kristiliga Sangkórið og Flóð. 

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373