Mannagongdin verður nú broytt

Mannagongdin verður nú broytt
Í framtíðini verða tað próvdómarar, ið rætta uppgávur frá landsroyndunum í Føroyum. Sáttmálin við útlendskan KT-veitara er eisini uppsagdur
Landsroyndin í gjár miseydnaðist enn einaferð. Tí verður mannagongdin í framtíðini broytt
 
03.05.2017 - 17:57

Tá 9. og 10. flokkarnir skulu til próvtøku í summar, verða uppgávurnar rættaðar av próvdómarum. Skal landsroyndin halda fram, so má eitt nýtt forrit fáast til vega.

Tað er úrslitið eftir at landsroyndin í gjár miseydnaðist, og Próvstovan hevur gjørt av, ikki at brúka sama forritið í framtíðini.

Sáttmáli við veitara uppsagdur

Próvstovan hevur sagt sáttmálan við fyritøkuna C-net upp. Tað hendi eftir at ætlaða landsroyndin í gjár miseydnaðist, tí forritið sum skuldi nýtast til royndina, ikki virkaði.

Próvstovan hevur havt sáttmála við C-net, sum hevur veitt tænastuna til royndina, men nú er tann avtalan farin úr gildi, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.

Talan var um forritið, Chamilo, sum ikki virkaði sum tað skuldi, men hví so var, veit stjórin á Próvstovuni ikki at siga. Chamilo er eitt útlendskt forrit.

SÍ EISINI Landsroyndin (aftur, aftur, aftur) avlýst

Avgerð er samstundis tikin um, at ætlaða landsroyndin ikki verður nú, og um hon verður seinni, er ikki greitt. Men skal hon vera, so er neyðugt við einum nýggjum forriti.

- Tað er ein polittisk avgerð um landsroyndin skal vera, og um landsroyndirnar skulu halda fram, sigur Regin Marnersson við útvarpið.

Próvtøkan í 9. og 10. flokkunum í Føroyum verður sum vanligt í summar, men heldur ikki tá verður forritið, Chamilo, nýtt.

Stílar skrivast út á printara

Tað hevur við sær, at næmingarnir undir próvtøkuni kunnu skriva stíl á telduni, men stílurin verður síðani printaður út, koyrdur í ein brævbjálva og síðani latin einum próvdómara at rætta.

Tað metir stjórin á Próvstovuni ikki vera nakran trupulleika, tí Próvstovan hevur próvdómarar, sum taka sær av at rætta uppgávur, sigur hann.

- Tað, sum hevur týdning, er, at næmingarnir sleppa til próvtøku, so teir kunnu fara víðari á lívsleiðini, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365