Landsinnsavning hjá Bláa Krossi verður í morgin

05.05.2017 - 10:32
InnlendisSamfelag
Landsinnsavning hjá Bláa Krossi verður í morgin
Peningaliga íkasti frá landsinnsavningini er nógv vert fyri hjálparverkætlanir í Føroyum og Grønlandi, sigur Petur Jákup Petersen, aðalskrivari
Alisa Hammer og Petur Jákup Petersen, 'Dakko,' greiða frá um landsinnsavningina 2017
Mynd: Savn  

Eins og í fjørð verða ein føroysk og ein grønlendsk verkætlan stuðlað.
Tann føroyska er 'Øll hava rætt til góð barnaár', sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing tosa tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og hugsanir við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi.

Útlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Hetta eru sera ræðandi tøl. Blái Krossur í Føroyum samstarvar tískil við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna.

Les meir um verkætlanina her: Hjálp børnum í Grønlandi og Blái Krossur hjálpir børnum í Grønlandi

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749