Kanning: Føroyingar eydnusamast í heiminum

Kanning: Føroyingar eydnusamast í heiminum
Fólk í Føroyum eru eydnusamari enn fólk í grannalondunum, ið annars siga seg vera eydnusamastu lond í heiminum, sigur Fólkaheilsuráðið
Føroyingar eru eydnusamastu fólkini í heiminum sigur Fólkaheilsuráðið í nýggjari kanning, har Føroyar eru samanbornar við hini OECD-londini
 
10.05.2017 - 10:59

Hvussu langt síðani er tað, tú hevur hitt ein føroying, sum ikki er eydnusamur?

Langt síðani, sambært Fólkaheilsuráðnum. Tí vit føroyingar eru eydnusamasta fólk í heiminum, er niðurstøðan í nýggjari fólkaheilsukanning, sigur Fólkaheilsuráðið.

- Lívsnøgdsemi føroyinga er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru eydnusamastu londini, staðfestir ráðið í nýggju kanningini, ráðið hevur gjørt.

Vit eru væl nøgd við lívið og hugsa ja-ligt um framtíðina. Og vit meta sjálvi, vit hava góða heilsu, og vit luttaka gleðiliga í øllum samfelagsviðurskiftum, sambært kanningini.

Kannaðu 10 ymisk ting

- Kanningin er við til at geva okkum í Fólkaheilsuráðnum eina heildarmynd av nøgdseminum í føroyska samfelagnum, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Í kanningini, sum er gjørd eftir altjóða leisti, varð spurt, hvussu vælnøgdir føroyingar eru við:

  • býli
  • inntøku
  • arbeiði
  • sosialt lív
  • útbúgving
  • umhvørvi
  • samfelagsluttøku
  • heilsu
  • lívsnøgdsemi
  • tryggleika
  • javnvág millum arbeiði og frítíð

Hóast miðaltølini hjá føroyingum eru so høg, at vit kunnu kalla okkum heimsins eydnusamasta fólk sambært Fólkaheilsuráðnum, er miðaltalið hjá føroyingum kortini undir miðal innan útbúgving og heilsu.

Sí útgreinað tøl og alla frágreiðingina her: Lívið í Føroyum er framúr (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. mai
Bolero - World New Music Days
192350
Sunnudag 25. mai
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
192348
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. mai
Andakt
192349
Sunnudag 25. mai
Møti úr Ebenezer í Havn
192356
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319