Íslendski forsetin vitjar Musikkskúlan í Sørvági

Íslendski forsetin vitjar Musikkskúlan í Sørvági
Íslendski forsetin fór beina kós til musikkskúlan í Sørvági, tá hann lendi í Vágum seinnapartin
15.05.2017 - 18:04

Fín vitjan kom úr Íslandi í dag.

Íslendski forsetin og forsetafrúan lendu í Vágum seinnapartin í dag, og tey bæði verða í Føroyum í fimm dagar.

Og tað er ikki á hvørjum degi, at ein forseti vitjar í Føroyum. Tí funnu tey eisini reyða leyparan fram til høvið.

Tað er løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini. Tá Guðni Thorlacius Jóhannesson hevði tikið í hondina á løgmanni, løgmansstjóranum og hinum, vitjaðu teir millum annað Musikskúlan í Sørvági.

Og har vóru tey sum vera man spent.

Í morgin heldur íslendski forsetin almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum. Fyrilesturin eitur "Stríðið um fiskigrunnarnar - ymiskir vegir til felags mál."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435