Fjórða leitiumfar kunngerast

Fjórða leitiumfar kunngerast
Landsstýrismaðurin fer í dag at lata upp fjórða leitiumfarið eftir olju í í føroysku undirgrundini
Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at lata upp fjórða umfarið, har sum oljufeløg kunnu bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini
 
17.05.2017 - 09:14

Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at lata upp fjórða umfarið, har sum oljufeløg kunnu bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini.

Fjórða útbjóðingarumfar varar til 17. februar næsta ár. Løgtingið samtykti fyri einari góðari viku síðani lógargrundarlagið undir fjórða útbjóðingarumfarinum.

Økið, sum nú verður boðið út, er stívliga 32.000 ferkilometrar til støddar. Tað er eystan fyri Føroyar og í ein landsynning úr Føroyum.

SÍ EISINI Leitiloyvi longd

Talan er bæði um øki, sum fyrr hava verið boðin út, men eru latin innaftur, og um nýggj øki, sum ikki eru boðin út fyrr.

Samstundis arbeiðir Vinnumálaráðið við ætlanum um bæði fimta og sætta útbjóðingarumfar. Í 2019 verður farið at leita eftir olju vestan fyri Føroyar fyri fyrstu ferð.

Fyrsta útbjóðingarumfar í Føroyum var fyri 17 árum síðani, í 2000.  Tað triðja og higartil seinasta var í 2008. Staðfest er við vissu, at olja og gass eru í føroyska landgrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375