Fýra tilnevnd til matvirðisløn

Fýra tilnevnd til matvirðisløn
Dímunargarður og Heimablídni á Velbastað eru millum tey fýra, sum eru tilnevnd til norðurlendsku matvirðislønina, Embla, ið verður latin í summar
Dímunargarður hjá Evu úr Dímun er ein av teimum fýra í Føroyum, sum eru tilnevnd til norðurlendska matvirðisløn, ið verður latin í august
 
17.05.2017 - 14:27

Dímunargarður hjá Evu úr Dímun, Heimablídni á Velbastað, Gutti Winther og Leif Sørensen eru tilnevnd til norðurlendsku matvirðislønina, Embla, ið skal latast um tríggjar mánaðir.

Hesar fýra føroysku tilnevningarnar eru millum tey 185 uppskotini, sum eru komin úr teimum sjey norðurlendsku luttakaralondunum. Hetta er fyrstu ferð, at matvirðislønin, Embla, verður latin.

Endamálið við virðislønini er at styrkja felags norðurlendskan matsamleika og matmentan. Ætlanin er eisini, at hon skal økja um áhugan fyri norðurlendskum mati uttan fyri Norðurlond.

Tað eru bóndafeløgini í Norðurlondum, ið standa á odda fyri virðislønini, sum fyrstu ferð verður latin í Keypmannahavn 24. august. Virðislønin verður latin annaðhvørt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576