Bretland: Tveir persónar handtiknir aftrat

Bretland: Tveir persónar handtiknir aftrat
Bretska løgreglan tók tíðliga í morgun tveir mans í býarpartinum Cheetham Hill í Manchester, í sambandi við yvirgangsatsóknina mánakvøldið
 
27.05.2017 - 14:31

Løgreglan hevði fingið loyvi at kanna íbúðina, men mátti spreingja hurðina, fyri at sleppa inn eftir monnunum. Menninir eru 20 og 22 ára gamlir, sigur løgreglan í fráboðan. Nú eru 13 fólk tikin eftir hendingina mánakvøldið, tvey av teimum eru latin leys aftur.

Blaðið The Telegraph skrivar, at ein av teimum tiknu er systkinabarn til Salman Abedi, sum framdi atsóknina. Hann er 24 ára gamal, og eigur eina hárfríðkanarstovu í Manchester.

Í gjár boðaði løgreglan frá, at hon hevði tikið ein 44 ára gamlan mann, sum verður settur í samband við atsóknina mánakvøldið.

Netverk
Leiðarin fyri yvirgangsdeildini hjá bretsku løgregluni, Mark Rowley, segði í gjárkvøldið, at løgreglan heldur seg hava tikið meginpartin av netverkinum, sum skipaði fyri atsóknini.

Hann segði seg vera sannførdan um, at løgreglan hevur tikið fleiri sum hava við atsóknina at gera, og hann vísti ikki aftur, at fleiri fólk kunnu vera tikin.
22 fólk lótu lív og yvir 100 vórðu løstað, tá sjálvmorðsbumbumaðurin sprondi seg sjálvan í luftina í Manchester Arena eftir eina konsert við amerikansku songkvinnuni, Ariana Grande.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762