Bjørn spyr um veiðiloyvi

Bjørn spyr um veiðiloyvi
Bjørn Kalsø spyr, um veiðiloyvi hjá línuskipum eru flutt til uppsjóvarskip ta tíðina, Høgni Hoydal hevur verið landsstýrismaður í fiskvinnumálum
Bjørn Kalsø úr sambandsflokkinum sett Høgna Hoydal, landsstýrismann, grein 52 spurning
 
04.06.2017 - 16:18

Spurningurin um at flyta veiðiloyvi frá línuskipum til uppsjóvarskip, kemur nú upp á politiskt stig. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum ein grein 52 spurning um málið.

Um Høgni Hoydal svarar játtandi, vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvørjar avleiðingar landsstýrismaðurin heldur, at tað eigur at fáa.

Tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum vísir á, at í einum kjaki í Degi og Viku í desember í 2014 var Høgni Hoydal, sum tá varð tingmaður, sera avgjørdur um fyrisitingina hjá táverandi landsstýrismanni, og somu sjónarmið førdi Høgni Hoydal eisini fram fleiri ferðir í tinginum. Og tað hevur verið sum at bera brenni á bálið, tá løgtingsins umboðsmaður kom til niðurstøðuna, at fyrisitingin hevði ikki verið í lagi.

Spurningar, sum verða settir eftir grein 52 í tingskipanini, skulu svarast 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862