Heimsstjørna á venjingarlegu í Vági

Heimsstjørna á venjingarlegu í Vági
OL-gullvinnari í svimjing fyrireikar seg í Vági til heimsmeistarakapping
 
06.06.2017 - 10:45

Ein stór ítróttarstjørna venur í Vági í hesum døgum.

Talan er um litaviska svimjaran, Rūta Meilutytė, sum vann OL-gull í London í 2011. Hon eigur eisini heimsmetini í 50 metrar bringu og 100 metrar bringu á langgeil og stuttgeil.

Suðurrás skrivar, at 20 ára gamli svimjarin venur í Pálshøll í samband við fyrireikingar til HM í Ungarn í juli.

Rūta Meilutytė hevur fýra ferðir vunnið HM-gull, og hon hevur fimm ferðir vunnið EM-gull.

Hon sigur við Suðurrás, at hesaferð ynskti hon at sleppa til eitt stað, har umstøðurnar eru góðar og tað er friður at savna seg fult og heilt um fyrireikingarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751

Meira um sama evni