Umboðsmaðurin upp í málið

Umboðsmaðurin upp í málið
Málið um at ógilda loyvini hjá Nærabergi og Slættabergi er nú kært til Løgtingsins umboðsmann
 
12.06.2017 - 17:14

Tað er advokaturin hjá reiðarínum, PF Næraberg, ið hevur kært málið til umboðsmannin. Í kæruni, sum er send í dag, biður advokaturin Løgtingsins umboðsmann um at skundviðgera málið.

Slættaberg og Næraberg sleppa at fiska felagsskvotuna av svartkjafti, tí veiðiloyvini hjá línubátunum, Helenu og Eysturoyingi, vórðu flutt yvir á uppsjóvarskipini, Næraberg og Slættaberg.

SÍ EISINI Kunnu fiska í tvær vikur

Vørn gav loyvi at flyta veiðiloyvini, men Fiskimálaráðið ógildaði flytingina. Tað er tann avgerðin, ið nú verður kærd til Løgtingsins umboðsmann.

Sambært advokatinum hjá reiðarínum eru so grovir og týðandi málsviðgerðarfeilir farnir fram, at avgerðin annaðhvørt eigur at verða ógildað ella avgerðin ikki eigur at verða tikin áðrenn nøktandi málsviðgerð er farin fram.

Reiðaríðið hevur fingið hoyringarfreist til 23. juni at svara avgerðini um at taka veiðiloyvini aftur. Áðrenn tá kann umboðsmaðurin ikki fara inn í málið, tí umboðsmaðurin hevur ikki heimild at fara inn í mál, ið framvegis verða viðgjørd í umsitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527