Tilmælið um fiskidagar liðugt

Tilmælið um fiskidagar liðugt
Í dag, 15. juni, fer Havstovan at lata Fiskimálaráðnum tilmæli sítt um fiskidagar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september
 
15.06.2017 - 08:05

Hóast nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi á nýggjárinum, og næsta fiskiár tí bara verður fýra mánaðir, letur Havstovan tilmæli um eitt heilt fiskiár, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum avger, nær tilmælið hjá Havstovuni verður almannakunngjørt. Havstovan sjálv kunnger ikki tilmælið.

Um eina viku fær Fiskimálaráðið tilmælið frá vinnuni, sum er umboðað í Fiskidaganevndini.  Á ólavsøku leggur landsstýrismaðurin fram lógaruppskot um fiskidagarnar næsta fiskiár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470