Hann fær ikki farloyvi

Hann fær ikki farloyvi
Magni Arge fær ikki farloyvi úr Fólkatinginum. Fer hann úr Fólkatinginum nú í Løgtingið, sleppur hann ikki aftur í Fólkatingið
 
16.06.2017 - 13:36

Formansskapurin í Fólkatinginum hevur svarað fólkatingslimunum í Føroyum og Grønlandi, sum vildu hava undantak frá regluni um, at varafólk í Fólkatinginum fáa ikki farloyvi.

Tey vildu, at varafólk, sum eru í Fólkatinginum fyri landsstýrisfólk, kunnu fáa farloyvi. Men undantak verður ikki givið, svaraði Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum, mikudagin.

SÍ EISINI Magni Arge fer aftur í Løgtingið

Pia Kjærsgaard svarar, at varafólk hjá donskum ráðharrum fáa heldur ikki farloyvi. Fáa tey ikki verið í Fólkatinginum eina tíð, noyðast tey at siga varafólkssessin frá sær.

Bara tvey undantøk hava verið. Annað var í 1966. Hitt var í fjør, tá júst Magni Arge fekk farloyvi. Men tað var undantakið, sum prógvar regluna, sigur Pia Kjærsgaard.

Halda fast um siðvenju

Pia Kjærsgaard sigur, at ein varandi farloyvisskipan, so fólk kunnu vera í Fólkatinginum og í Løgtinginum upp á skift fyri ikki at bróta møguligar reglur hjá einum flokki um at vera í báðum tingunum í senn, fær formansskapin at leggja enn størri dent á at halda fast um siðvenjuna.  

Magni Arge ætlaði at fáa farloyvi úr Fólkatinginum, tí hann ætlaði sær í Løgtingið hetta til Fólkatingið kemur saman aftur fyrst í oktober. Hann kundi verið í báðum tingunum í senn, um so var, at Tjóðveldi ikki vil hava fólk í báðum tingunum í senn.

Fekk Magni Arge farloyvi úr Fólkatinginum var hann ikki at rokna sum fólkatingsmaður ta tíðina og tí ikki í báðum tingum í senn, er tulkingin hjá Tjóðveldi. Magni Arge er valdur í Løgtingið. Í Fólkatinginum er hann varamaður hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808