Ætlan skal verða klár í heyst

Ætlan skal verða klár í heyst
Landsstýrismaðurin skal í síðsta lagi 1. oktober hava eina ætlan fyri kynsbótararbeiðið við alilaksi, heldur Fíggjarnevndin
 
19.06.2017 - 10:10

Í seinasta lagi 1. oktober í ár eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum at hava gjørt eina ætlan, sum miðar eftir, at kynbótararbeiðið viðvíkjandi alilaksi í høvuðsheitum verður ein privat vinnulig uppgáva við teimum íløgum og inntøkumøguleikum, hon hevur við sær.

Men upphavsrættindindi skulu tó vera hjá tí almenna. Landsstýrismaðurin eigur eisini at kanna, um føroyska sílastovninum er lív lagað.

Tað sigur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum, sum hevur latið Vinnumálaráðnum seks milliónir krónur til at bjarga lívfiskinum, sum gongur á Skálafjørðinum. Hann verður kynsbúgvin fyrsta dagin og fer fyri skeytið, verður hann ikki tikin nú.    

Ósemja er um, hvør eigur at gjalda fyri fiskin, ið skal takast - landskassin ella Bakkafrost. Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at fáa hetta greitt, áðrenn fiskurin verður tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040