Vil vita meira um setanina

Vil vita meira um setanina
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, er ikki liðugur at spyrja um mannagongdina, tá stjórin í Landsbankanum varð settur
Løgtingsmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni um uppgávan varð boðin út millum ráðgevar og tá, hvussu nógvir ráðgevar og ráðgevaravirki bjóðaðu, tá stjórin í Landsbankanum varð settur
 
22.06.2017 - 10:40

Nú vil hann hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um uppgávan varð boðin út millum ráðgevar og tá, hvussu nógvir ráðgevar og ráðgevaravirki bjóðaðu. 

Hann vil eisini hava at vita, hvussu stórur munur var á tilboðunum. Um uppgávan ikki varð boðin út, vil Bjørn Kalsø hava at vita, hví so var. 

Bjørn Kalsø, tingmaður, sigur, at fyri ikki so langari tíð síðani varð almennur keypsportalur settur á stovn.

SÍ EISINI Kostaði 90.000 at søkja eftir stjóra

Leiðreglur vórðu tá gjørdar um, hvussu almennir myndugleikar skulu bera seg at, tá brúk er fyri tænastum uttanífrá. 

Tað hevði tí verið áhugavert at fingið at vitað, hvønn politikk Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum hava á hesum øki, sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður. 

Í gjár varð upplýst, at tað kostaði landskassanum 90.500 krónur umframt meirvirðisgjald at søkja eftir stjóra til Landsbankan.

Vil vita um arbeiðið varð boðið út

Ein uttanhýsis ráðgevi, ráðgevarafyritøkan Metis hjá Ingibjørg Berg, sum var kommunustjóri í Havn, varð fingin at lýsa starvið leyst og seta tað. 

Í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Landsbankin hevur upplýst, at nevnd bankans hevur nýtt konsulent við drúgvum royndum í starvsseting til stjórasetanina. 

Konsulentarbeiðið fevndi um at lýsa stjóraprofilin, gera og uppseta starvslýsingina, lýsingarpláss í miðlunum, test av umsøkjarum og sjálva setanina. Nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, um hetta konsulentarbeiðið varð boðið út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493