Tvey lógaruppskot avgreiðast í dag

Tvey lógaruppskot avgreiðast í dag
Tvey lógaruppskot skulu endaliga avgreiðast á tingfundinum. Annað er um matvørulógina, íð skal gerast lagaligari
Tvey lógaruppskot skulu endaliga avgreiðast á tingfundinum, sum verður í dag klokkan 11:00
 
29.06.2017 - 09:57

Tvey lógaruppskot skulu endaliga avgreiðast á tingfundinum, sum verður í dag klokkan 11:00. Annað er um matvørulógina, íð skal gerast lagaligari.

Tað varð samtykt 20 atkvøðum fyri og trimum í móti eftir aðru viðgerð í tinginum. Hitt uppskotið er um at almannakunngera lúsateljingarnar hjá alarunum.

SÍ EISINI Fiskavørur strikast í lógaruppskotinum

Tað varð samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 í móti, tá onnur viðgerð var. Tríggir tingfundur eru ásettir í næstu viku, mánadagin, týsdagin og hósdagin.

So noyðist Løgtingið í summarfrí, sigur løgtingsformaðurin, tí starvsfólkið hjá Løgtinginum hevur rætt til summarfrí nú. Og næsta tingseta byrjar um ein mánað, ólavsøkudag.  

Tingið hevur 18 uppskot, sum ikki enn eru avgreidd. Nógv tey flestu eru ikki komin aftur úr nevnd enn. 139 uppskot eru løgd fram í hesari tingsetuni, sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360