Lúsateljingar skjótt almennar

Lúsateljingar skjótt almennar
Løgtingið samtykti fyri løtu síðani broytingarnar í Djórasjúkulógini, sum landsstýrismaðurin mælti til
 
29.06.2017 - 12:17

Frá 1. oktober verður møguligt millum annað at síggja á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hvussu nógv lús er í føroysku aliringunum, hvussu nógvur fiskur er í ringunum og hvussu nógv kemisk evni verða nýtt í vinnuni.

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani broytingarnar í Djórasjúkulógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður mælti til. Alivinnan er ikki samd um broytingarnar í Djórasjúkulógini.

Tað kemur fram í viðmerkingunum sum alifeløgini høvdu til uppskotið. Bakkafrost mælti beinleiðis frá at broytingin varð framd, tí felagið er ein skrásett fyritøka, og tí kann broytingin hava beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri felagið.

Tryggjar ikki vinnuna

Tað tryggjar ikki vinnuna og búskapin, at almannakunngera eitt nú lúsatølini, sigur Bakkafrost. Felagið vísir á, at millum annað lúsatalið verður almannakunngjørt fyri teimum sum hava áhuga í vinnuni.

At almannakunngera lúsatølini fer at hava negativa ávirkan á alivinnuna, og Bakkafrost sigur seg hava ítøkilig dømi um at felagið hevur mist sáttmálar, tá alivinnan fer vánaliga umrøðu.

Bakkafrost mælir til, at ein avmarkað almannakunngering verður gjørd, í samráð við vinnuna. Tá talan er um lús, eigur lúsaspurningurin at verða almannakunngjørdur einaferð um árið.

Vinnan ósamd

Alifyritøkan Luna hevur eina heilt aðra støðu. Felagið sigur í sínum svari, at upplýsingar um fiskatal, lúsatal og kemiskar viðgerðir, eiga at vera almennar, eins og avgerðir sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur, eisini eiga at vera almennar.

Marine Harvest hevur ikki latið nakað hoyringsskriv inn. Tað er týðiligt, at vinnan ikki er samd, tí í sínum hoyringssvari sigur Havbúnsaðarfelagið, at felagið ikki hevur nakrar viðmerkingar, men vísir til skrivið frá feløgunum. Í Vinnunevndini var heldur ikki semja um broytingarnar.

Andstøðan hevur meirilutan í Vinnunevndini, og ynskir at fremja borytingarnar, so biðjast má um innlit í upplýsingarnar heldur enn at tær verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

SÍ EISINI Alari: Rætt at kunngera tølini

Minnilutin í Vinnunevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, vísir millum annað á, at øroysku alifeløgini hava seinastu fýra árini havt sínámillum avtalu um at kunna hvønn annan um einstøku lúsastøðuna. 

Alifeløgini upplýsa hvønn annan um kemiskar viðgerðir móti lús, um tal av laksi í hvørjum ringi og niðurstøðuna frá lúsateljingum í hvørjum ringi.

Tað er upp til alifeløgini at avgera, um feløgini lata upplýsingar sínamillum. Minnilutin metir tað vera rætt at hava stóran opinleika kring nýtslu av viðgerðarevnum og støðuna í mun til sjúkur og laksalús.

SÍ EISINI Opinleikin í alivinnuni verður størri

Hetta hevur í sjálvum sær fyribyrgjandi virknað, umframt, at almenningurin eyðsæð hevur krav uppá at hava atgongd til upplýsingar um evnafrøðilig evni, sum verða latin út í firðirnar í sambandi við viðgerð av fiskinum. 

Tí heldur minnilutin, tað vera rætt at gera hagtølini atkomulig á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað kann viðvirka til, at alivinnan fer at leggja seg eftir at minka um nýtsluna av heilivági. 

Minnilutin mælir til, at broytingarnar koma í gildi 1. oktober í ár. Og uppskotið varð samtykt við 12 atkvøðum fyri og 11 ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321