Misálit á Høgna Hoydal fyrireikað

Misálit á Høgna Hoydal fyrireikað
Jacob Vestergaard, tingmaður, fyrireikar at leggja eitt misálit móti Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, á tingfundinum í dag
 
05.07.2017 - 08:07

- Tað kunnu altíð henda feilir í eini umsiting, men í hesum førinum visti landsstýrismaðurin, at slíkar avgerðir vóru ólógligar sambært tí umboðsmaðurin hevur sagt í einum líknandi málið, sigur Jacob Vestergaard við heimasíðuna, in.fo

- Landsstýrismaðurin hevur eisini biðið um at verða kunnaður, ikki tá avgerðir eru tiknar um flytingar, men tá umsóknir komu um flytingar. Tí hevur hann blandað seg so nógv í málið, at hann de facto er tann, ið umsitur málið, sigur Jacob Vestergaard

Hinir floksformenninir í andstøðuni hava fingið í boði at verða við í misálitnum, men hava enn ikki tikið støðu.  2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini er í løgtinginum í dag. Sambært skránni byrjar løgtingsfundurin klokkan 10.

Verður misálit lagt fram móti Høgna Hoydal, er tó ikki vist, at fiskivinnunýskipanin kemur til viðgerðar í dag, tí sambært tingskipanini, so ruddar eitt misálit skránna og verður viðgjørt beinanvegin í tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083