Dagbøtur verða av ongum

Dagbøtur verða av ongum
Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa ikki dagbøtur kortini. Tær skuldu annars fara at virka 7. juni, men blivu fyribils útsettar
 
05.07.2017 - 16:38

Nú er greitt, at dagbøturnar verða av ongum. Tí Mentamálaráðið hevur fingið alt tilfarið, sum tað vildi hava um málið, sum trætan er um.

Trætan millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu er um kærumyndugleika í sambandi við tvær uppsagnir á dagsstovnaøkinum.

Uppsagnirnar eru kærdar til Mentamálaráðið. Men Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki.

SÍ EISINI Dagbøtur fyribils steðgaðar

Kommunan fekk tó loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu.

Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum.

Tað tilfarið hevur Mentamálaráðið fingið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri. Ráðið viðger nú kærurnar, sigur hann. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum. 

Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096