Runavíkingur kann vinna milliónir í pokerkapping

Runavíkingur kann vinna milliónir í pokerkapping
Hans Andrias Midjord skal luttaka í stórari pokerkapping í august. Megnar hann at vinna, so kann konan brúka peningin, sigur Runavíkingurin læandi.
07.07.2017 - 19:40

Kennir tú heitini Royal Flush, stragiht flush ella full house?

Tað ger Hans Andrias Midjord í øllum førum. Runavíkingur, sum býr í Klaksvík, hevur nevniliga vunnið eina online pokerkapping, sum gevur atgongd til luttøku í - eftir øllum at døma - størstu pokerkapping í Evropa í august. Í kappingini PokerStars Championship Barcelona Main Event skal hann spæla um 50 milliónir krónur.

Sí innslagið, har okkara reportari fekk høvi at fáa frálæru í pokerspæli frá meistaranum sjálvum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949