Enn meira føroyskt grønmeti

Enn meira føroyskt grønmeti
Í sløk tvey ár hava alskyns salat og kryddurtir vaksið í eini bingju oman fyri Kvívík. Hetta hevur gingist so mikið væl, at virksemið nú skal víðkast
14.05.2024 - 22:00

Tað sær ikki út av nógvum, men fyritøkan Spírar og Sporar í Kvívík hevur í tvey ár arbeitt við at fáa salatir og kryddurtir at vaksa í einari bingju oman fyri bygdina. 

Spírar og Sporar er dreymurin hjá Magnusi F. Magnusson, stjóra, og so væl hevur gingist, at nú víðka tey virksemið.

"Hvørja viku fara 300 salatir út gjøgnum hurðina í bingjuna, átta kilo av dild, og trý til fýra kila av basilikum," greiðir stjórin frá. 

 

Nú setir Magnus F. Magnusson so tríggjar bingjur afturat upp oman fyri Kvívik, og har ætlar Magnus F. Magnusson at dyrka soppar, rosmarin, timian og nógv meira ymisk sløg av salatum. 

Málið er at hava 20 bingjur sum standa inni í einum bygningi. 

"Dreymurin er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti, sum vit eta í Føroyum, verður framleitt av okkum," sigur Spírar og Sporar-stjórin. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968