Høgni Hoydal skal kannast

Høgni Hoydal skal kannast
Ein kanningarstjóri skal kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í samband við veiðuloyvi, sum varð flutt frá línuskipi til uppsjóvarskip
11.07.2017 - 19:18

Tað er greitt, nú 15 tingfólk úr andsstøðuni hava skrivað undir áheitanina til løgtingsformannin.

Málið snýr seg ítøkiliga um flytingina av veiðurættindum frá línuskipinum "Helenu" til uppsjóvarskipið "Slættaberg" at fiska svartkjaft burtur av felagskvotu.

Umframt at kanna leiklutin hjá landsstýrismanninum í fiskvinnumálumm skal kanningarstjórin eisini kanna handfaringina í umsitingini í Fiskimálaráðnum og um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980