- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða við kunning
Ikki fyrr enn Fíggjarmálaráðið almannakunnger frágreiðingina hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ella partar av henni, fáa tey nógvu viðskiftafólkini hjá Betri samtakinum og onnur at vita, um frágreiðingin er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at Súni Schwarts Jacobsen í gjár fór frá sum forstjóri í Betri banka, Betri samtakinum og Ognarfelagi tryggingar-takaranna.
Fíggjarmálaráðið bað fyrst í mars mánað Bárð Larsen kanna, hvussu TAKS handfór málið um skattafrádráttin hjá Eik. Bárður Larsen varð biðin, tí hann er uttanveltaður og hevur løgfrøðiligar førleikar og servitan um fyrisitingarrætt.
Bárður Larsen varð biðin um at kanna millum annað, um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum Eik málið at taka støðu til tað revsirættarliga, tað er at melda Eik fyri at bróta skattalógina.
SÍ EISINI Gevst sum stjóri
Fíggjarmálaráðið hevur nú havt frágreiðingina hjá Bárði Larsen í tvær vikur. Betri banki hevur fingið frágreiðingina til hoyringar og skal svara í seinasta lagi í dag.
Ikki er greitt, um Betri eisini hevur fingið at vita, hvat Fíggjarmálaráðið fer at gera við málið. Eingin vil siga nakað um málið. Fíggjarmálaráðið sigur, at haðani kemur onkur fráboðan seinni.
Hvørki nevndin í Betri samtakinum ella nevndin í Betri banka hava nakra viðmerking - aðra enn tíðindaskrivið, sum kom fyrrapartin í gjár. Súni Schwarts Jacobsen hevur ikki verið at hitta. Hann boðaði í gjár frá, at hann hevði valt at siga upp.
SÍ EISINI Skattamálið er nú viðgjørt
Súni Schwartz Jacobsen ásannaði, at nógva umrøðan av Betri í seinastuni gagnar ikki samtakinum. Tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við, stendur í tíðindaskrivi í gjár.
Vit ætlaðu at spyrja nevndirnar í Betri banka og P/f Betri, um niðurstøðan hjá Bárði Larsen er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at nevndirnar bóðu forstjóran fara frá.
Okkurt bendir tó á, at uppsøgnin er komin óvart á nevndirnar, tí eingin var at taka við eftir Súna Schwarts Jacobsen. Eingin fyribils forstjóri er settur.