Nýggja telefonnetið legðist lamið

Nýggja telefonnetið legðist lamið
Eitt álop á verjugarðin hjá Føroya Tele hevði leygardagin við sær, at nýggja 4G-fartelefonnetið krasjaði í øllum landinum
 
17.07.2017 - 18:17

Tey flestu mundu varnast, at ein irriteraður Suni Merkistein misti sambandið og mátti skifta sendaramikrofonina út við eina fartelefon, miðskeiðis í frásøgnini frá kappróðrinum á Vestanstevnu.

Men tey fægstu varnaðust, at tey eisini mistu sambandið, tí eina løtu leygardagin fór alt 4G-netið hjá Føroya Tele í svart.

Tað var eitt álop, sum rakti Huawei-verjugarðin hjá Føroya Tele, sum hevði við sær, at netið fór í svart umleið ein tíma millum klokkan 15:30 til 16:30 leygardagin.

Í fyrstu atløgu helt verjugarðurin, men neyðugt var hjá Datatøkni-deildini hjá Føroya Tele at gera tillagingar í verjugarðinum fyri at standa ímóti álopinum, og tað var í hesum sambandið, at 4G-netið av ókendum orsøkum fór í svart.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328