Bakgrund: Hetta snýr skattamálið seg um

Bakgrund: Hetta snýr skattamálið seg um
Klokkan 14 fær almenningurin innlit í løgfrøðiliga frágreiðing í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka. Fá innlit í málið og gongdina her
 
18.07.2017 - 13:00

Stóra skattamálið snýr seg um, hvørt Eik hevði rætt til ein skattafrádrátt á 90 milliónir krónur ella ikki, og um TAKS fekk allar upplýsingar frá Eik.

Í februar í fjør skrivar Berlingske Business, at Eik er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr landskassanum, og at tað eisini er orsøkin til, at Jørn Astrup Hansen - sum mótmæli móti avgerðini hjá Eik - fór úr nevndini í bankanum.

Greinin heldur fram niðanfyri

20160118_OSAMDUR_VID_NEVNDINA

VIDEO: Ósamdur við nevndina

Frádrátturin stavar frá tí tíðini, tá Fíggjarligt støðufesti í 2010 yvirtók gamla Eik banka, ið fór á húsagang, og setti tvær milliardir krónur í bankan.

Eitt nýtt felag varð stovnað við nýggja kapitalinum, men hóast tvær milliardir krónur í innskotnum eginpengini, varð neyðugt at niðurskriva virðir fyri 500 milliónir krónur.

Tá TF-Holding hevði yvirtikið Eik frá Fíggjarligum Støðufesti, bað bankin um ein skattafrádrátt fyri niðurskrivingina. Og so tók tvídrátturin seg upp.

Greinin heldur fram niðanfyri

20160219_STJORIN_IKKI_VIDGJORT_MALID

VIDEO: Stjórin ikki viðgjørt málið

Fyrst segði TAKS "Ja" til frádráttin, men so tók Fíggjarligt Støðufesti tað óvanliga stigið at rópa varskó fyri føroyska Fíggjarmálaráðnum við boðum um, at Eik var í ferð við at súgva meira enn 90 milliónir krónur úr landskassanum, sum bankin ikki hevði rætt til, men sum bankin hevði fingið grønt ljós frá TAKS til, tí Eik ikki hevði givið TAKS fullgóðar upplýsingar. 

19. februar í fjør segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, soleiðis við Dag og viku.

Greinin heldur fram niðanfyri

20160218_KRISTINA_HAFOSS

VIDEO: Kristina Háfoss fer ikki at viðgera skattamálið

Eftir tvær aðrar viðgerðir, kom TAKS til niðurstøðuna, at frádrátturin var null krónur. Sjeynda februar í ár sendi Eik eitt tíðindaskriv út, har tað millum annað stóð soleiðis:

"Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur TAKS staðfest, at talan er um eitt skattligt goodwill fyri nýggja Eik Banka. TAKS hevur tó virðisásett henda skattafrádrátt til 0 kr. Eik Banki er ikki samdur í virðisásetingini."

Men málið hevði reist so nógv almenn ivamál, at Fíggjarmálaráðið gjørdi av, at ein kanning skuldi gerast av handfaringini hjá TAKS av málinum. Bárður Larsen, løgfrøðingur, varð settur at gera kanningina, sum varð handað Fíggjarmálaráðnum 30. juni.

Greinin heldur fram niðanfyri

SUNI_NEKROLOG

VIDEO: Afturlit: Stóri stjórin vaks og hvarv

Niðurstøðan í kanningini hevur verið til hoyringar hjá Betri banka, sum Eik nú eitur, og fyri fáum døgum síðani, 13. juli, fór Súni Schwartz Jacobsen úr øllum sínum sessum í Betri-samtakinum.

Tá stóð í tíðindaskrivnum frá Betri Banka:

"Súni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við."

Klokkan 14 seinnapartin í dag fær almenningurin innlit í niðurstøðuna í kanningini um handfaringina av skattamálinum. Tá fæst millum annað at vita, um málið er so álvarsligt, at tað verður sent fútanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585