Her er Føroya dýrasta grannalag

Her er Føroya dýrasta grannalag
Húsini í Havn eru dýrkað í miðal 300.000 krónur seinasta árið, metir meklarafyritøkan Betri Heim. Tað merkist væl úti á Reyni.
21.07.2017 - 09:55

Lítlu húsini á Bringsnagøtu 13 í Havn eru bæði ellifarin og pinkalítil. Fýra veggir og eitt tak eru at kalla tað einasta, sum fylgir við teimum 20 fermetrunum.

Kortini so eru húsini dýr. Tey eru mett til hálva millión; men hægsta boð er í løtuni 650.000 krónur.

Húsaprísurin er rættiliga sigandi fyri húsamarknaðin í høvuðsstaðnum í løtuni, har sethúsaprísurin er vaksin 300.000 krónur í miðal seinasta árið, sambært innanhýsis hagtølum frá Betri Heimi.

 

Eftirspurningur størri enn útboð

Orsøkirnar til dýru húsini í Havn eru fleiri.

Útboðið er minni enn eftirspurningurin, sum er øktur nógv - eitt nú tí fólk ynskja at flyta heim til Føroya, sigur Jákup Andrias Hansen, húsaseljari hjá Betri Heim.

Fyri tað næsta er fíggingin blivin lættari, tí sethúsarentan er metlág. Tað ger, at fólk kunnu taka dýrari lán.

 

Reynisbúgvi harmast

Gamli býarparturin í Havn, á Reyni, er kanska dýrasta grannalag í Føroyum. Tað merkir, at tey, ið eiga hús har, eru verd nakrar milliónir.

Men tað er ikki einans gott, heldur John Dalsgarð, sum er nærmasti granni hjá húsunum á Bringsnagøtu 13.

Hann kundi ynskt, at prísirnir vóru meiri vanligir, so húsini á Reyni vórðu keypt av vanligum fólkum - heldur enn av ríkum feløgum, sum brúka húsini til onnur endamál enn at búgva í.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756