Framsókn: Uppskotið verður samtykt við broytingum

bannari
Framsókn: Uppskotið verður samtykt við broytingum
Fiskivinnunýskipanin kemur fyri á samgongufundi í morgin
Formaðurin í Framsókn væntar, at uppskotið um fiskivinnulóg verður samtykt, tá tríggjar høvuðsbroytingar eru gjørdar
 
25.07.2017 - 13:02

Tað ljóðaði ógvisligt, at Vinnunevndin mælti til 42 broytingar í uppskotinum um fiskivinnunýskipanina.

Men sambært Poul Michelsen, formanni í Framsókn, eru tað í veruleikanum tríggjar stórar broytingar, sum skulu gerast, áðrenn uppskotið kann leggjast framaftur. Hinar broytingarnar eru ikki so stórar og umfatandi, sigur hann.

Formaðurin í Framsókn sigur tó einki um, hvørjar tær tríggjar broytingarnar eru.

 Poul Michelsen sigur við Kringvarpið, at samgongan er heil. Hann væntar, at uppskotið verður samtykt, tá tað verður lagt framaftur eftir ólavsøku við nøkrum rættingum.

Fiskivinnunýskipan kemur fyri at samgongufundi í morgin.

Hevur onga viðmerking

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men vit hava fingið at vita, at løgmaður hevur onga viðmerking til uppskotið, áðrenn hann heldur ólavsøkurøðuna.

Tá fer løgmaður at boða frá, nær uppskotið verður lagt fram, og hvat  fer at standa í uppskotinum.

Í vinnuni eru tey ónøgd um, at málið ikki verður avgreitt fyrr enn í heyst. 

Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, sigur, at tíðin er alt ov stutt til at fyrireika seg til eina nýggja skipan. Hann mælir tí til, at verandi skipan heldur fram eftir 1. januar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846