Svarið um fosturtøkur í Danmark bíðar til august

Svarið um fosturtøkur í Danmark bíðar til august
Danski heilsumálaráðharrin skal fyrst fáa upplýsingar frá Sunhedsdatastyrelsen um føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku í Danmark
Ellen Trane Nørby, heislumálaráðharri, hevur fingið fyrispurning um, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku í Danmark
 
26.07.2017 - 08:35

Ikki fyrr enn um ein mánað fæst at vita, um nøkur tøl eru, sum siga, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.  

Danski heilsumálaráðharrin, Ellen Trane Nørby, hevur fyribils svarað einum fyrispurningi frá Føroyanevndini í fólkatinginum. 

Hon sigur, at hon fær ikki svarað, áðrenn freistin fer, tí summarfrí er, og hon skal spyrja Sundhedsdatastyrelsen, áðrenn hon fær svarað.

Ellen Trane Nørby sigur seg vænta at svara endaliga síðst í august.

Føroyanevndin spyr fyri Magna Arge, fólkatingsmann.

Hann sigur, at í Statistisk Årbog 2017 stendur, at í 2013 vóru 36 fosturtøkur í Føroyum fyri hvørji 1000 fødd børn. 

Í Danmark var hetta talið 259 í 2014.

Lógin í Føroyum er strangari

Magni Arge sigur, at ein orsøk kann vera tann, at Danmark fekk eina nýggja fosturtøkulóg í 1973.

Hon er lagaligari enn gamla lógin frá 1956, sum tó framvegis er galdandi í Føroyum.

Men ein onnur frágreiðing kann vera tann, sigur Magni Arge, at nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku uttanlands.  

Heilsumálaráðharrin fær tí spurningin, um nøkur hagtøl eru um hesar kvinnur.

Spurt verður, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763