Landsstýrið boðar frá sjey aðalorðaskiftum

Landsstýrið boðar frá sjey aðalorðaskiftum
Landsstýrið vil hava aðalorðaskifti um tilbúgving, javnstøðu, orku, rúsdrekka- og rúsevni, veðurlagið, fólkaskúlan og Málráðið
Sjey aðalorðaskifti eru fráboðað. Tingarbeiðið byrjar av álvara týsdagin, tá tingið fer at viðgera røðu løgmans ólavsøkudag.
 
30.07.2017 - 16:28

Samgongan ætlar at hava sjey aðalorðaskifti í løgtinginum í hesi tingsetuni. 

Tað sæst í løglistanum, sum løgmaður gav løgtinginum í gjár. 

Løglistin eru tær lógir, sum landsstýrið hevur ætlan um at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni.

Og í ár ætlar samgongan at hava aðalorðaskifti um tilbúgving, javnstøðupolitikk, orkupolitikk, rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, veðurlagspolitikk, fólkaskúlan og aðalorðaskifti um Málráðið. 

Tilbúgvingin endurskoðast 

Samgongan hevði nøkur aðalorðaskifti í síðstu tingsetu.

Tá var ætlanin eisini at hava aðalorðaskifti um tilbúgving og rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, men hetta varð av ongum, og tey aðalorðaskiftini eru tí flutt til at vera í hesi tingsetuni. 

Endamálið við aðalorðaskiftinum um tilbúgving er at meta, um lógin virkar eftir ætlan.

Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum skal leggja eina frágreiðing fram, sum lýsir, hvussu tilbúgvingin í síni heild er skipað, um hon riggar sum hon skal, ella um broytingar skulu gerast. 

Rúsur og veður

Og endamálið við aðalorðaskiftinum um rúsdrekka- og rúsevnispolitikk er at fyribyrgja og tálma nýtsluni av rúsdrekka og rúsevnum.

At menna og víðka viðgerðartilboðini til misnýtarar og avvarðandi og at minka medisinsku og sosialu skaðaárinini av misnýtslu.

Ætlanin er at fáa sett í verk ítøkilig átøk, sum skulu verða framd árini 2017-2020. 

Eisini vil samgongan gera meira við veðurlagsmál.

Ein frágreiðing skal gerast við uppskoti um dagføring í veðurlagspolitikki Føroya.

Endamálið við einum dagførdum politikki er at gera tey mál, samgongan hevur sett sær fyri, ítøkilig.

Føroyar hava tikið undir við, at París-sáttmálin fær gildi fyri Føroyar og hava heitt á Danmark í síni fráboðan til ST at gera vart við, at Føroyar seta síni egnu mál eftir tí leisti, sum semja var um í 2009.

Skúli og orka 

Í aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan skal virksemi har viðgerast,.

Samgongan heldur eisini, at meira skal gerast á orkuøkinum.

Tí skal ein frágreiðing gerast, sum skal áseta. hvørji politisk átøk afturat teimum, sum longu eru sett í verk í hesum árinum, skulu fremjast fyri at røkka orkupolitiska málinum í samgonguskjalinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791