SAS ætlar ikki at flúgva hvønn dag

11.08.2017 - 14:13
InnlendisSamfelag
SAS ætlar ikki at flúgva hvønn dag
Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at hava telefonfund við skandinaviska flogfelagið mánadagin
SAS ætlar at flúgva færri túrar til Føroya í vetur

Skandinaviska flogfelagið, SAS, ætlar sær ikki longur at flúgva hvønn dag millum Keypmannahavn og Vágar. Felagið fer at gevast við flúgvingini týsdag og mikudag.

Tað skrivar Dimmalætting.

Á bókingarskipanini á heimasíðuni hjá SAS sæst, at frá 3. oktober verður ongin flúgving til Føroyar týsdag og mikudag. Og á samskiftisdeildini hjá SAS vátta tey fyri Dimmalætting, at felagið hevur tikið avgerð um at tað verður ikki flogið hesar dagar fram til 24. mars.

Men tað er hugsandi, at hetta kann fáa avleiðingar fyri loyvið hjá SAS at flúgva upp á Føroyar.

Kann fáa avleiðingar

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við Dimmalætting, at hendan avgerðin saktans kann hava við sær, at hann sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið hjá SAS.

Við kringvarpið á middegi sigur Poul Michelsen, at hann ikki hevur fingið váttað frá SAS, at tey ætla at taka tveir dagar burturúr. Men føroyskir myndugleikar vildu upprunaliga tryggja sær, at SAS fleyg regluliga.

Poul Michelsen hevur avtalað telefon við SAS um málið mánadagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870