ES-dómur: Milliardastuðul til SAS er ólógligur

ES-dómur: Milliardastuðul til SAS er ólógligur
ES-nevndin loyvdi Danmark og Svøríki at spræna pening í SAS undir koronufarsóttini, men málsviðgerðin var ikki nøktandi, sigur ES-dómstólurin í dag
Fíggjarligi stuðulin til SAS í koronutíðini var ólógligur, sigur ES-dómstólurin.
 
10.05.2023 - 15:45

Ein ES-dómur kann møguliga ávirka leiklutin hjá danska statinum at forða flogfelagnum SAS undan at fara á húsagang.

Sambært dóminum í ES-dómstólinum, sum er kunngjørdur í dag, hevur málsviðgerðin ikki verið nøktandi, tá ið ES-nevndin undir koronufarsóttini heimilaði Danmark og Svøríki at geva SAS sjey milliardir krónur í kapitalinnspræning fyri at hjálpa felagnum.

Og tí er heimildin til milliardastuðulin ógildug. 

Tað er niðurstøðan hjá ES-dómstólinum.

Avgerðin kemur í kjalavørrinum á eini kæru frá flogfelagnum Ryanair um ríkisstuðulin til SAS.

 

Ryanair hevur stevnt fleiri flogfeløgum, tí tey fingu stuðul í koronutíðini, men Ryanar fekk ongan stuðul. (Mynd: AP)

 

Fingu ongan stuðul

- Ryanair er farið at møðast av øllum stuðulinum, sum onnur flogfeløg hava fingið, tí tey sjálv ongan stuðul fingu í koronutíðini. Tey hava stevnt fleiri flogfeløgum fyri at ólógliga at hava fingið ríkisstuðul, sigur Jacob Pedersen, loftferðslugreinari í Sydbank.

Millum annað hevur Ryanar eisini stevnt KLM og Lufthansa.

- Veruleikin er, at mestsum øll flogfeløg hava fingið ríkisstuðul, men ríkisstuðulin er snúningsdepilin fyri vælveruna hjá SAS, sigur Jacob Pedersen.

 

ES-nevndin kann kæra

Nú kann fíggjarligi bjargingarvesturin møguliga punktera, um tað verður staðfest, at SAS skal rinda danska statinum aftur tær sjey milliardir krónurnar.

- Hevur dómurin við sær, at leikluturin hjá statinum skal avmarkast, verður torført at síggja, hvør skal bjarga felagnum, sigur Jacob Pedersen.

ES-nevndin kann kæra avgerðina hjá ES-dómstólinum vegna tey nógvu flogfeløgini, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815