Fólk skikkaðu sær væl á Summarfestivalinum

Fólk skikkaðu sær væl á Summarfestivalinum
Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, veit løgreglan at siga. Bara ein endaði í brummuni.
 
12.08.2017 - 10:13

Hóast nógv fólk var á Summarfestivalinum er lítið og einki komið í politirapportina.

- Fólk hugna sær, sigur vakthavandi á politistøðini, og festivalurin ávirkar ikki arbeiðið hjá politinum stórvegis.

Festivalurin hevur fyrireikað seg væl við samarittum og vaktarfólki, og hesi taka sær av tí allarmesta.

Ein fullur maður í Havn var tó tikin upp og koyrdur í brummuna í Klaksvík. 

Tað er alt, ið er at boða frá í løtuni, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, við Kringvarpið leygarmorgunin.

Somu tíðindi sunnumorgun

Eins og í gjáramorgunin eru tíðindini í morgun av politistøðini, at stak friðarligt var í gjárkvøldið og í nátt.

Nógv fólk var á Summarfestivalinum, 10.000 vóru til konsertina hjá Toto, frættist úr Klaksvík.

Ein maður var tó so ómøguligur í Klaksvík, at hann varð tikin og settur í brummuna. 

Hann er latin leysur í morgun, men er skuldsettur fyri at bróta poliviðtøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV