Eingin listeria funnin

Eingin listeria funnin
Bakkafrost kann nú við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovu í hondini útflyta laks aftur til Russlands.
 
18.08.2017 - 10:53

Bakkafrost kann við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovu í hondini útflyta laks aftur til Russlands.

Bakkafrost útflutti laks til Russlands í gjár. 

Eingin listeria varð funnin í royndunum, sum vórðu tiknar av laksinum á virkinum á Glyvrum mánadagin. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan gavst við at geva heilsuváttanir til laks, sum skuldi til Russlands, tann 23.juni.

Avgerðin var galdandi frá 19.juni.

Listeria varð staðfest í einum av fimm royndum, sum vórðu tiknar av laksi, sum var kruvdur á virkinum á Glyvrum.

Framleiðslan varð síðani flutt til Kollafjarðar.

Fólkið á virkinum á Glyvrum hevur verið í summarfríi, men byrjaði aftur mánadagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083