Løgfrøðingur: Tað ber til at broyta tingskipanina

Løgfrøðingur: Tað ber til at broyta tingskipanina
Bjørn á Heygum heldur, at tað er eitt víðgongt stig at kasta frá sær og biðja um, at landsstýrismálanevndin verður vald av nýggjum
25.08.2017 - 20:53

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina, heldur, at tað eru aðrir møguleikar at fáa landsstýrismálanevndina at virka betur, enn at geva skarvin yvir.

Hann heldur, at tað er eitt víðgongt stig av formanninum í landsstýrismálanevndini, Jógvani Skorheim, at leggja frá sær sum formaður, og at biðja um, at nevndin verður vald av nýggjum.

Bjørn á Heygum mælir í staðin til at koma við einum uppskoti um at broyta tingskipanina, so landsstýrismálanevndin fær størri heimildir. 

Bjørn á Heygum var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435