- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súlustovnurin væl fyri
Súlustovnurin væl fyri
Í nátt vóru Mykinesfólk eftir súlu. Súlustovnurin er væl fyri, siga tey úr Mykinesi

26.08.2017 - 13:33
- Veðrið var heilt gott, og vit fingu rættiliga fitt. Um 550, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykininesi.
Tað var klokkan 20 í gjárkvøldið, at tað var farið úr bygdini. Síðan var sigið alla náttina. Tá tað er blivið ljóst, kemur ein bátur, sum fongurin verður blakaður niðurí. Umleið middag eru fólkini komin aftur í bygdina.
Esbern í Eyðansstovu heldur, at súlustovnurin er væl fyri.
- Tað sær út til, at tað er nógv føði. Tað er nógv nebbasild og makrelur, sigur Esbern í Eyðansstovu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























