Fiskidagar fyri heilt ár í loyvi til triðingsár

bannari
Fiskidagar fyri heilt ár í loyvi til triðingsár
Vørn skrivar fiskiloyvi til nýggjárs, men dagarnir eru fyri alt árið
Nýtt fiskiár byrjar fríggjadagin 1.september.
 
30.08.2017 - 10:53

Vørn er farin undir at skriva fiskiloyvi til næsta fiskiár, sum byrjar fríggjadagin.

Men loyvini eru bara galdandi til nýggjárs í hesum umfarinum.

Løgtingið hevur tó ásett fiskidagar til alt árið, til 31.august í næsta ár.

Nýggj lóg

Men fiskidagarnir frá 1.januar verða ásettir í nýggjari lóg, sum sigst vera á veg í løgtingið.

Skip og bátar fáa tó allar dagarnar, - dagarnar fyri alt fiskiárið, longu nú. 

Sambært fiskivinnunýskipanin verða ongar kvotur næsta ár.

Tí er brúk fyri fiskidøgum eisini næsta ár, hóast tað ikki var upprunaliga ætlanin.  


  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775