Harður jarðskjálvti í Meksiko

Harður jarðskjálvti í Meksiko
Jarðskjálvtin var 8,1 í styrki og rakti suðurMeksiko tíðliga í morgun, okkara tíð, upplýsir amerikanski jarðskjálvtastovnurin, USGS, sambært BBC
Mynd: Amerikanski jarðskjálvtastovnurin, USGS  
 
08.09.2017 - 07:44

Skjálvtin hevur eisini rakt høvuðsstaðin, Mexico City, sum er ein av heimsins størstu býum, upplýsir AP. 

Hetta er harðasti jarðskjálvti síðani 1985, skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovum, flýggja fólk úr bygningum í høvuðsstaðnum, at ótta fyri, at teir skulu rapa.

Tvey fólk hava latið lív í Chiapas, skrivar Reuters.

Enn ein jarðskjálvti

Stutt eftir fyrsta skjálvtan varð ein nýggjur jarðskjálvti skrásettur uttanfyri býin Paredon í landnyrðings Meksiko. Hann var 5,7 í styrki.

Myndugleikarnir hava sent út ávaring um flóðaldur næstu tríggjar tímarnar fram við strondini í Meksiko, Guatemala, El Salvador, Costa Rica, Nikaragua, Panama og Honduras. 

Eingin ávaring eru fyri amerikonsku vesturstrondina.

Sambært vísindaliga felagsskapinum, EMSC, vardi jarðskjálvtin í fýra minuttir í Meksiko city.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786