Ikki javnstøða í almennum nevndum

Ikki javnstøða í almennum nevndum
Javnstøða er bert í einum triðingi av almennum nevndum og ráðum. 12 prosent av nevndunum hava bara mannligar nevndarlimir
 
21.09.2017 - 13:25

Sambært javnstøðulógini skal kynsbýtið í øllum almennum nevndum, ráðum og líknandi vera javnt.

Uppteljingin hjá javnstøðunevndini í 2016 vísir, at javnstøðan í almennum nevndum, ráðum og líknandi er batnað við 9 prosentum síðan 2000.

Í 2016 vóru 61 prosent av sessunum í almennum ráðum og nevndum mannaðir við monnum og í  2000 var talan um 70 prosent.

Tað er serliga fiskimálaráðið, sum er fólkað við monnum. Her áttu menn 74 prosent av nevndarsessunum í 2016 og 93 prosent í 2000.

Í Fíggjarmálaráðnum telja menninir 67 prosent - í 2000 var prosentparturin 75.

Í hinum aðalráðunum er talið av monnum 59-65

Almannamálaráðið hevur sum undantak tó fleiri kvinnur enn menn - 56 prosent.

Av teimum átta aðalráðunum var tað bara Løgmansskrivstovan, hvørs nevndir og ráð øll høvdu bæði kyn.

Av teimum í alt 149 nevndunum og ráðunum eru 51, tað vil siga ein triðingur, við á leið eins nógvum kvinnum og monnum. 

 

 

18 av í alt 149 nevndum og ráðum hava bara menn, sum nevndarlimir, men bara ein nevnd hevur bara kvinnuligar nevndarlimir, tað er ein nevnd undir Almannaráðnum.  51 av 149 nevndum hava ikki javnstøðu. Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur 27 ráð og nevndir. 7 av teimum hava ikki javnstøðu og fimm hava bara mannligar nevndarlimir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087