VinstraGrøna rørslan hevur størstu undirtøkuna

VinstraGrøna rørslan hevur størstu undirtøkuna
Nýggj veljarakanning í Íslandi vísur, at VinstraGrøna rørslan hevði fingið flestar atkvøður, um val var nú
 
04.10.2017 - 17:38

VinstraGrøna rørslan hevði fingið sløk 29 prosent av atkvøðunum, Sjálvstæðisflokkurin hevði verið næst-størstur við góðum 22 prosentum, Piratflokkurin og Samfylkingini høvdu fingið hvør síni 11 prosent, og nýggi flokkurin hjá Sigmundi Daviði Gunnlaugsson, Miðflokkurin, hevði fingið 9 prosent av atkvøðunum.

Fyrrverandi flokkurin hjá Gunnlaugsson, Framsóknarflokkurin, hevði fingið sløk 6 prosent, og  Flokkur Fólksins hevði eisini fingið sløk 6 prosent.

Viðreisn hevði fingið 3 prosent og Bjørt Framtíð beint undir 3 prosent. Hesi báðir flokkarnir høvdu sostatt ikki fingið umboð í Altingið, um val var í dag.  

Í kanningini varð spurt, hvønn tey valdu seinast. Kanningin vísur, sambært MBL.is, at tey, sum valdu flokkin, Bjørt Framtíð, seinast, fara at velja Samfylkigina nú. 

Fakta um kanningina

Tað eru Fréttablaðið, Støð 2 og Vísir, sum gjørdu kanningina 2. og 3. oktober. Ringt varð til 1.354 fólk, og 800 svaraðu. Svar-lutfallið var sostatt 59,1 prosent, og av teimum svaraðu 62,1 prosent. 

Umleið 9 prosent siga seg ikki fara á val ella fóru at atkvøða blant. 11 prosent hava ikki tikið støðu og sløk 18 prosent svaraðu ikki spurninginu.

Altingsval verður í Íslandi 28. oktober, eftir at val er útskrivað í úrtíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952