Meira ferðing krevur størri eftirlit við rúsevnum

Meira ferðing krevur størri eftirlit við rúsevnum
Nøgdirnar av rúsevnum er vaksnar eitt sindur, men ilt er at siga, um talið á fólki, ið misnýta rúsevnir, eisini veksur.
Sirið Stenberg hevur lagt fram frágreiðing til aðalorðaskifti
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2017 - 15:07

Kanningar millum tey 15 ára gomlu vísa, at rúsevnamisnýtslan er væl minni her á landi enn aðrastaðni.

Men rúsevnir eru í Føroyum, og nøgdirnar eru vaksandi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í frágreiðing síni til Løgtingið um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk.

At nøgdirnar eru vaksnar eitt sindur, er ein meting, Sirið Stenberg hevur gjørt, eftir at hava havt fund við løgregluna, TAKS, landsapotekaran, SSP og formannin í Fólkaheilsuráðnum.

Vøksturin verður mettur at hava samband við, at tey, ið innflyta rúsevni, finna alsamt fleiri vegir og hættir at smugla.

Eftirllitið er viknað

Eitt annað, ið ger seg galdandi, er, at ferðafólkini gerast fleiri um flogvøllin og havnirnar, at farmurin til landið økist, og at postpakkar til Føroya frá handli á netinum gerast fleiri.

Tað merkir, at hóast TAKS og løgreglan í samstarvi við Apoteksverkið hava sett sjóneykuna á stríðið ímóti innflutningi av rúsevnum, er eftirlitið í roynd og veru viknað, tí talið av fólkum, skipum og pakkum um somu tíð er fleirfaldað.

- Tað er ein avbjóðing, sum vit eiga at taka í stórum álvara, og tí er neyðugt at styrkja eftirlitið hjá TAKS, sigur Sirið Stenberg.

Hóast nøgdirnar av rúsevnum eru vaksandi, er ilt at siga um talið á fólki, ið misnýta rúsevnir, veksur, sigur landsstýriskvinnan.

Avleiðingarnar gerast sjónligari

Hinvegin hava tey, ið misnýta rúsevnir alsamt størri trupulleikar og avleiðingarnar gerast sjónligari.

Bólkurin er ikki stórur, men fyri tann einstaka eru støðan alt annað enn góð, og tað sama er hjá familjum teirra, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í frágreiðing síni til aðalorðaskiftið í Løgtinginum um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk Føroya.

Aðalorðaskiftið verður hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846