Mugabe ikki vælvildarsendimaður kortini

Mugabe ikki vælvildarsendimaður kortini
Robert Mugabe, sum fekk heiðurin vælvildarsendimaður frá alheims heilsustovninum hjá ST, WHO, hevur nú mist heitið aftur.
 
22.10.2017 - 15:27

 

93 ára gamli forsetin í Zimbabwe fekk heiðurin fyri tiltøk at basa sjúkum, ið ikki smitta.  

Men eftir hart trýst frá altjóða samfelagnum, hevur WHO nú kunngjørt, at Mugabe ikki verður vælvildarsendimaður kortini.

Á heimasíðuni hjá WHO skrivar aðalstjórin Tedros Adhanom Ghebreyesus, at hann seinastu dagarnar hevur umhugsað avgerðina og nú er komin til, at hon verður tikin aftur.

Fríggjadagin grundgav aðalstjórin avgerðina við, at Mugabe kundi brúka leiklutin til at ávirka sínar líkar har um leiðir.

Heimsins kosnu hava øtast, at ST-stovnur hevur tillutað stjórnarleiðara, hvørs embætisrakstur verður settur í samband við brot á mannarættindi og valsvik, slíka heiðursstøðu. 

Amerikanska uttanríksráðið hevur í fráboðan sagt seg vera vónsvikið av, at Mugabe hevur fingið heiðurin.

Harumframt hava 25 felagsskapir í felags tíðindaskrivi boðað frá, at tilnevningin er burtur úr vón og viti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860