Stórt teldutreff næsta vikuskifti

Stórt teldutreff næsta vikuskifti
Áhugin fyri at kappast í telduspølum er stórur í Føroyum eins og í útlandinum, og tí er tørvur á stórum gamingtiltøkum, halda fyriskipararnir.
 
12.11.2017 - 10:41

Næsta vikuskifti skipar felagið eSport.fo fyri einum stórum teldutreff í Hoyvíkshøllini. Nýggja tiltakið eitur eLan.

Í øðrum londum hevur Esport av álvara tikið dik á seg, og áhugin fyri at kappast í telduspølum er vaksin nógv seinastu árini.

Fyriskipararnir skriva í tíðindaskrivi, at ætlanin við tiltakinum er at samansjóða føroyingar, sum hava áhuga innanfyri gaming, og skipað verður fyri kappingum í fleiri telduspølum.

Fyriskipararnir halda, at áhugin fyri gaming hevur verið vaksandi í Føroyum seinastu árini - eins og í útlondum. Rúni Winther Johnsen, fyriskipari sigur at:"Heilt síðan vit byrjaðu at skipa fyri kappingum innanfyri telduspøl, hava vit fingið ómetaliga nógvar fyrispurningar um at fáa eitt risastórt teldutreff upp at koyra aftur. Um vit kasta eyguni til onnur norðurlond, síggja vit at stór teldutreff eru eitt alsamt vaksandi fyribrigdi, har luttakaratalið røkkur upp í túsundavís."

Í samband við nýggja tiltakið, hevur eSport.fo tryggja sær eitt gott netsamband, sum er neyðugt, tá nógv skulu spælan samstundis.

Til ber at ogna sær atgongumerkir til tiltakið á www.eLan.esport.fo

Pláss er fyri 200 luttakarum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329