Landsstýrið vil sleppa undan kærum og tulking

Landsstýrið vil sleppa undan kærum og tulking
Eingin, sum arbeiðir hjá kommunum, skal kunna kæra starvsfólkamál til landsstýrið
Mentamálaráðið vil ikki hava fleiri kærur um kommunal starvsfólkamál.
 
16.11.2017 - 11:47

Landsstýrið vil sleppa undan kærunum frá fólki, sum arbeiðir í dagstovnum og í dagrøkt hjá kommununum.

Tað vil eisini beina av vegnum eina tulkingaróvissu.  

Tí skal lógin broytast.

Við galdandi lóg í hondini hevur Løgtingsins umboðsmaður tríggjar ferðir staðfest, at fólk í dagstovnum og dagrøkt kunnu kæra setanarmál og onnur starvsfólkamál til landsstýrisfólkið í mentamálum.

Hesin rættur skal strikast sambært lógarbroyting, sum er á veg í løgtingið.

Fólkini fara tó í framtíðini framvegis at kunna senda slíkar kærur til Løgtingsins umboðsmann, Fasta gerðarrætt og dómsvaldið.

Tríggjar staðfestingar

Løgtingsins umboðsmaður hevur í trimum uppsagnarmálum, einum í Viðareiði í 2005, einum á Tvøroyri í 2008 og einum í Havn í 2010, staðfest, at til ber at kæra setanar- og starvsfólkamál til landsstýrisfólkið.

Onnur fólk, sum arbeiða hjá kommunum, hava ikki sama rætt at kæra sum tey, sum arbeiða í dagstovnum og dagrøkt.

Mentamálaráðið sigur, at við lógarbroytingini verður ein tulkingaróvissa millum Mentamálaráðið og Løgtingsins umboðsmann øðrumegin og Føroya kommunufelag og ávísar kommunur hinumegin beind av vegnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804