Javnaðarflokkurin stóra afturgongd

Javnaðarflokkurin stóra afturgongd
Samgongan missur meirlutan, sambært nýggari veljarakanning hjá Norðlýsinum.
 
22.11.2017 - 09:39

Javnaðarflokkurin missir tríggjar tinglimir og hevur stóra afturgongd, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa tveir afturat.

Tað vísur nýggj veljarakanning, sum Fynd og Norðlýsið hava gjørt.

Sambært kanningini fær Fólkaflokkurin 25,2 prosent av atkvøðunum og Sambandsflokkurin fær 24,2 prosent av atkvøðunum.

Javnaðarflokkurin fær stóra afturgongd, og fer úr 25,1 prosentum á seinasta vali niður á 15,4 prosent. Flokkurin fekk á seinasta vali 8 tingfólk, men fer, sambært kanningini, niður á 5 tingsessir.

Tjóðveldi hevur eisini afturgongd, og missur ein tinglim. Framsókn fær tríggjar tinglimir, sum er ein meira enn flokkurin hevur í dag.

Sambært kanningini missur samgongan meirlutan, og fær tilsaman 14 sessir, og andstøðan fær 19 tingsessir.

Kanningin varð gjørd mándagin 20. november og týsdagin 21. november, og 813 fólk eru spurd.

Øll kanningin sæst á nordlysid.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342